EM hondbóltur beinleiðis í sjónvarpinum

EM hondbóltur beinleiðis í sjónvarpinum
EM-undankappingardysturin ímillum Ukraina og Føroyar verður vístur beinleiðis í sjónvarpinum
 
10.04.2019 - 09:00

Í dag spæla Ukraina og Føroyar EM-undankappingardyst í hondbólti.

Undan dystinum hevur Ukraina tvey stig og Føroyar hava eitt stig.

Bæði hava fingið síni stig ímóti Montenegro. 

Ukraina vann á heimavølli 29-24 á Montenegro. Føroyar spældu 24-24 á útivølli ímóti Montenegro.

Bæði londini hava eisini spælt ein dyst ímóti Danmark. Báðir endaðu við tapi.

Danmark vann 30-24 á Ukraina, og danir vunnu stórsigur á Føroyum, 35-17.

Í dag møtast Ukraina og Føroyar. 

Dysturin byrjar klokkan 17.00, sjónvarpið byrjar at senda beinleiðis klokkan 16.45

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262