Pressan boðin út aftur

Pressan boðin út aftur
Nú ber aftur til at bjóða seg fram at framleiða sendingina ‘Pressan’ fyri Kringvarp Føroya
 
11.04.2019 - 07:55

Til seinastu vetrarskrá varð Pressan boðin út alment at framleiða fyri Kringvarp Føroya. Tvey boð komu inn, og tikið varð av boðnum frá Øssuri Winthereig, sum hevur framleitt sendingina fyri Kringvarpið í vetur.

Pressan er sending, ið skal viðgera tíðindini í vikuni og týðandi rák í journalistikki. Verturin á sendingini skal við kønari, fakligari hond leiða lurtaran gjøgnum tíðindameldurin og avdúka vánaligan journalistikk, spuna, falstíðindi og marknaðarføring dulklødd sum tíðindi.

Arbeiðsstaður í Sortudíki

Tann, ið hevur áhuga at gera sendingina, skal áðrenn 1. juni senda inn eina lýsing av, hvussu viðkomandi hugsar sær, at sendingin verður løgd til rættis í mun til val av panellutakarum, val av evnum, samstarv við redaktør og leiklutin hjá vertinum.

Kringvarpið veitir arbeiðsstað, tekniska útgerð í sambandi við upptøku og atgongd til savn.

Kringvarpið tilskilar sær rættin at vraka øll innkomin tilboð.

Útboð eydnast væl

Royndin at bjóða Pressuna út alment hevur eydnast væl, og tí hevur leiðslan avgjørt, at fleiri sendingar fara at verða bodnar út.

Pressan er fyrsta sendingin, ið verður boðin alment út í ár.

Les meira á slóðini her (letur upp í nýggjum kaga) Útboð av útvarpssending

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. november
Norðurljóð 23.november 2026
216515
Sunnudag 22. november
Bolero 22. november 2026
216781
Sunnudag 22. november
Guðstænasta út Gøtu kirkju
216780
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216851
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793