Talið av deyðum og løstaðum veksur í Sri Lanka

Talið av deyðum og løstaðum veksur í Sri Lanka
Talið av deyðum og løstaðum bara veksur eftir bumbuálopini móti kirkjum og hotellum á Sri Lanka sunnudagin
 
22.04.2019 - 09:06

Higartil er staðfest, at 290 fólk hava latið lív og 500 onnur eru løstað. Trý donsk systkin eru millum tey deyðu. Talan er um børnini hjá Anders og Annu Holch Povlsen, ið teljast millum ríkastu fólkini í Danmark og millum annað eiga klædnahandlarnar Jack & Jones.

Bumbur brustu í trimum kirkjum sunnumorgun mitt í páskaguðstænastuni í Negombo, Batticaloa og Colombo, og í hotellunum Shangri-La, Kingsbury og Cinnamon Grand í høvuðsstaðnum. 

Hava stongt sosialu miðlarnar

Myndugleikarnir í Sri Lanka blokeraðu flestu sosialu miðlarnar í kjalarvørrinum á bumbuálopunum, skrivar blaðið, The New York Times.

Myndugleikarnir í landinum blokeraðu fyri, at fólk í Sri Lanka kundu fara á Facebook, WhatsApp, YouTube, Instagram, Snapchat og Viber.

Myndugleikarnir í Sri Lanka stúra fyri, at sosialir miðlar verða brúktir til miðvíst at organisera uppreistur og til at eggja til harðskap - hesaferð móti kristnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444