Nýggjur fyribils dagstovnur í Havn

Nýggjur fyribils dagstovnur í Havn
Lonirnar í Hoydølum skulu frá 1. august húsa einum nýggjum fyribils dagstovni til 56 børn
 
25.04.2019 - 09:50

Tórshavnar Kommuna fær 56 dagstovnapláss afturat. Hetta varð samtykt á býráðsfundi í gjár. Talan er um 56 fyribils dagstovnapláss á einum fyribils stovni. Tað eru lonirnar í Hoydølum, ið skulu brúkast til endamálið.

Í løtuni eru tríggjar vøggustovur í lonunum í Hoydølum. Tær hoyra ávikavist til Býlingshúsið inni á Gøtu og í Maritugøtu, sum í løtuni verða útbygd.

Tá tað arbeiðið er gjørt, so flyta tey børnini og starvsfólkini aftur í stovnarnar, og tá skulu so 56 nýggj dagstovnapláss aftur gerast í Hoydølum á einum nýggjum fyribilsstovni, sum skal hava egið rakstrarstað.

Í fyrstu atløgu verða 36 vøggustovupláss og 20 barnagarðspláss á nýggja fyribils dagstovninum. Eftir ætlan fáa tey børnini pláss á stovninum frá 1. august í ár, boðar Tórshavnar Kommuna frá.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655