Kyndil vann í Vestmanna

Kyndil vann í Vestmanna
Tað verður neyðugt við trimum finalum fyri at finna ein FM vinnara í kvinnukappingini í hondbólti
 
27.04.2019 - 19:28

Kyndil svaraði aftur, tá tær í kvøld vitjaðu VÍF í Vestmanna.

Kyndil vann 20-24, hálvleiksstøðan var 10-10.

Nú stendur á jøvnum í finalum, tí VÍF vann tí fyrstu finaluna, sum varð spæld í Havn, 23-26.

Stóri spælararnir hjá Kyndli í kvøld vóru Marianna Geirsdóttir, sum skoraði tíggju mál, og málverjin, Jovana Stranjanac, sum hevði nógvar góðar bjargingar.

Agnas Olsen bleiv toppskjútti fyri VÍF við sjey málum.

FM-vinnarin í landskappingini í hondbólti hjá kvinnum verður tí funnin í morgin í triðju og avgerandi finaluni, sum verður spæld í Vestmanna klokkan 17.00.

Kringvarpið stroymir dystin beinleiðis á kvf.fo

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Sunnudag 21. juni
Guðstænasta í Vágs kirkju
209984
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974