Val stendur fyri durum

Val stendur fyri durum
Líkt er til, at uppskotið hjá Miðflokkinum, um at játta pengar at dagføra vegir og tunlar, verður samtykt. Tí kann val verða útskrivað.
 
29.04.2019 - 12:46

Sjálvstýrið tekur undir við uppskotinum hjá Miðflokkinum um at dagføra vegir og tunlar, sum er til aðru viðgerð í løgtinginum í dag. 

Hetta váttar Jógvan Skorheim, formaður. 

Harvið verður uppskotið hjá Miðflokkinum, sum bindur landskassan at játta Landsverki 20 milliónir krónur í ár, og 200 milliónir krónur næstu tíggju árini, eftir øllum at døma samtykt. Bæði andstøðan og Magni Laksafoss, uttanflokkantingmaður, taka eisini undir við uppskotinum. 

Løgmaður hótti við nývali

Tískil byrjar av álvara at lukta av vali.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur sagt, at samtykkir løgtingið eitt uppskot, sum kostar landskassanum nógvar pengar, uttan um samgonguna, so verður val útskrivað. 

 - Tað er heilt avgerandi, at um kostnaðarmikil mál - ella prinsipp-mál - verða samtykt uttan um samgonguna, so kann man ikki liva við tí. Tað vil siga, at fer man mitt í tí heila at samtykkja uppskot, sum kosta nógvar pengar uttan um samgonguna, og sum kanska ikki er heilt ráðiligt, tí útreiðslurnar verða ov stórar, so eigur man at skriva út nýval, segði løgmaður við útvarpið í síðstu viku.

Uppskotið hjá Miðflokkinum kann lesast HER.

Hoyr, hvat løgmaður segði við útvarpið mikudagin HER.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. mars
Morgunlestur hósdagur 5. mars 2026
204719
Mikudag 4. mars
Femininomen, FMA og Tomas Espedal
205135
Mikudag 4. mars
Skratsj 4. mars 2026
205123
Mikudag 4. mars
Eitt korter við klassiskum
205122
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 4. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (4:5)
204319
Mikudag 4. mars
Føroyar - Portugal
205139
Mikudag 4. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205117
Týsdag 3. mars
Veðrið
205102
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959