Fekk fólkini út úr brennandi húsum

Fekk fólkini út úr brennandi húsum
Ein kvinna í Klaksvík bar skjótt at í morgun, tá hon fekk trý fólk út úr einum sethúsum í Klaksvík, sum eldur var komin í
Boðað varð eldi í Klaksvík kl.08.04 í morgun. Eldurin var sløktur kl.08.33.
 
09.05.2019 - 12:44

Ein kvinna í Klaksvík bar skjótt at í morgun, tá hon fyrst staðfesti, at eldur var í einum sethúsum á Bumdhamarsvegi í Klaksvík, og síðani fekk tey trý fólkini, sum vóru inni í húsunum, út, áðrenn hon ringdi og boðaði frá eldinum.

Politiið fekk fráboðanina klokkan fýra minuttir yvir átta.

12 minuttir seinni kom fráboðan úr Klakvík um, at tamarhald var á støðuni, sigur politiið í Havn.

Ein hálvan tíma eftir, at eldurin varð fráboðaður, var eldurin sløktur. 

Skaðin er ikki stórur. Eldurin var millum skins og hold.

Ein brandteknikari er farin til Klaksvíkar at kanna tilburðin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129