Fund í dag um tilboðið uttan pengar og heimild

Fund í dag um tilboðið uttan pengar og heimild
Stýrið í Bú- og heimatænastuni í Suðuroynni fer í dag at viðgera tilboðið frá landsstýrinum um eina royndarverkætlan
Hamragarður í Vági
 
10.05.2019 - 12:41

Stýrið í Bú- og heimatænastuni í Suðuroynni fer í dag at viðgera tilboðið frá landsstýrinum um eina royndarverkætlan. Bú- og heimatænastan hevur ikki skrivað undir royndarverkætlanina enn.

Og tilboðið varð givið uttan at pengar vóru til tað í ár. Men pengar skuldu fylgja við. Teir vóru tó ikki til tá. Og eru ikki til enn.

Uppskotið um eykajáttan til royndarverkætlanina er millum tey nógvu, sum ikki blivu avgreidd, áðrenn løgtingið fór í summarfrí fyri einari viku síðani.

Eykajáttanin er 3,5 milliónir krónur. Uppskotið er í Fíggjarnevndini. Næsta ár kostar verkætlanin 4,5 milliónir krónur. Teir pengarnir skuldu í fíggjarlógina fyri 2020.

Eingin lógarheimild

Almannamálaráðið hevur gjørt eitt lógaruppskot um Bú- og heimatænastuna í Suðuroynni. Bú- og heimatænastan er samstarvið millum tær sjey kommunurnar í Suðuroynni um eldraøkið.

Endamálið við lógaruppskotinum er at beina burtur dupultfunktiónir á markamótinum millum Almannaverkið og kommunala samstarvið. 

Kommunala samstarvið fer eisini at taka á seg uppgávur, sum nú eru hjá landinum, men sum eru tættari kjarnuøkinum og førleikanum hjá kommunala samstarvinum. 

Talan er um fólk, 18 ár ella eldri, tó ikki eldri enn 67 ár, sum hava varandi sjúku, sum kann setast í samband við aldur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 10.apríl 2026
206585
Hósdag 9. apríl
RagnarRokk 9.apríl 2026
206538
Hósdag 9. apríl
RagnarRokk: Fabienne Erni um Starveil
206535
Hósdag 9. apríl
Kvørnin: Trý føroysk stakløg
206824
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. apríl
Veðrið - teknmálstulkað
206843
Hósdag 9. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
206842
Hósdag 9. apríl
Veðrið
206826
Hósdag 9. apríl
Tíðinafundur
206805
Mikudag 8. apríl
Hondbóltur: Føroyar - Ísland
206763