Avgjald á flogferðaseðlar

Avgjald á flogferðaseðlar
Tað skal verða dýrari at ferðast við flogfari, sigur danska veðurlagsráðið
 
14.05.2019 - 08:33

– Flogferðir eru ein vaksandi trupulleiki, tá ið ræður um veðurlagið. Trupulleikin er vaksin 50 prosent síðani 1990, og hann verður uppaftur størri, tá vit nærkast 2050.

Tað sigur formaðurin í veðurlagsráðnum, Peter Møllgaard, við DR . Hann skjýtur upp, at eitt CO2-avgjald verður lagt á flogferðaseðlar.

Vøksturin mettur til tvey prosentstig um árið

– Vit eiga at leggja avgjald á CO2, sum verður brent í atmosferuni, tá vit flúgva. Vit eiga at gjalda prisin, sum tað kostar at dálka við CO2, sigur Peter Møllgaard. 

Altjóða loftferðslustovnurin IATA hevur mett, at flogferðslan í Evropa fer at vaksa tvey prosentstig um árið hetta til 2037.

Heldur henda forsøgnin, fara danskar floghavnir at avgreiða umleið 50 milliónir ferðafólk í 2037, og heldur gongdin fram, verður talan um 67 milliónir ferðafólk í 2050.

Skjóta upp eitt felags avgjald

Formaðurin í danska veðurlagsráðnum vísir á, at danskir politikarar hava aftrað seg við at viðgera henda spurningin, tí loftferðsla er eitt altjóða mál. Hann heldur, at byrjast kann á norðurlendskum ella evropeiskum stigi.

– Bæði Noreg og Svøríki er undan okkum, og Belgia og Holland hava skotið upp at hava eitt felags avgjald í ES. Danmark kann sum eina byrjan taka undir við hesum tiltøkum, sigur Peter Møllgaard.

Í evropeisku londunum, har avgjald er lagt á ferðaseðlar, er gjaldið millum 10 og 700 krónur. Tað veldst um, hvussu langur flogteinurin er.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576