Úrslitini samsvara ikki heilt

Úrslitini samsvara ikki heilt
Arbeiðsbólkurin, sum ger umsitingarætlan fyri botnfiskastovnarnar, teknar eina meira bjartskygna mynd av stovnunum, enn ICES og Havstovan gera
 
14.05.2019 - 13:04

Tilmælini um nýggja umsitingarætlan byggja á útrokningar, sum arbeiðsbólkurin hevur gjørt. Men tølini, sum arbeiðsbólkurin hevur brúkt, eru væl meira bjartskygd enn tey tølini, sum ICES og Havstovan eru komin fram til. Tað skrivar arbeiðsbólkurin í sínum riti. 

Hetta vil siga, at tilmælini um nýggja umsitingarætlan - sum bæði reiðarar, Havstovan og Fiskimálaráðið fegnast um - byggja á tøl, sum ikki heilt samsvara við útrokningarnar hjá serfrøðingunum hjá ICES og Havstovuni. 

Orsøkin til, at arbeiðsbólkurin er komin fram til hesi meira jaligu tøl, eru fleiri. Tá ICES ger stovnsmetingar verður roknað við óvissum. Tess óvissari ein stovnsmeting er, tess lægri burðardygt veiðitrýst. Men arbeiðsbólkurin hevur valt at hyggja púra burtur frá óvissum.

Tølini bjartari enn tey hjá ICES

Orsøkin til at arbeiðsbólkurin hevur valt at hyggja burtur frá óvissum er, at tað ger útrokningarnar einfaldari. Júst hesar einføldu útrokningarnar - har óvissa ikki er tikin við - gera, at tølini síggja meira bjørt út enn tølini hjá ICES og Havstovuni. 

Eisini hevur arbeiðsbólkurin valt ikki at taka nøkur atlit, sum ICES og Havstovan vanliga taka, tá tey gera stovnametingar. Orsøkin er aftur: At tað er einfaldari. 

Hetta vil sostatt siga, at mannagongdirnar og útrokningarnar í høvuðsheitum eru einfaldari enn tær, sum ICES ger, og tískil eru tølini meira bjørt enn tey hjá ICES. Tað eru sostatt hesi meira jaligu tølini, sum nýggj umsitingarætlanin byggir á.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744