Ólógligar facebooklýsingar í valstríðnum

bannari
Ólógligar facebooklýsingar í valstríðnum
Donsk valevni brúka túsundtals viðkvæmar dátur hjá borgarunum uttan samtykki
Valevni í Danmark brúka viðkvæmar dátur hjá borgarunum uttan samtykki, siga løgfrøðiligir serfrøðingar við Danmarks Radio
Mynd: Skíggjamynd á Facebook  
 
28.05.2019 - 08:22

DR hevur kannað lýsingar á Facebook hjá teimum báðum donsku valevnunum til forsætisráðharrasessin undan fólkatingsvalinum, sum verður 5. juni.

Serfrøðingarnir siga, at dáturnar, sum gera tað møguligt at eyðmerkja, hvørjir veljarar skulu síggja lýsingarnar, eru savnaðar ólógliga, og at dáturnar tí eru ólógligar at brúka.

Facebook hevur greinað, hvørjar flokkar meira enn ein millión danskir veljarar hava áhuga í út frá atburðinum á sosiala miðlinum.

Privatar upplýsingar misnýttar

Tað eru hesar dáturnar, sum Vinstriflokkurin og Sosialdemokratarnir brúka í sínum lýsingarherferðum fyri teirra valevnum til forsætisráðharrasessin.

Talan er um privatar upplýsingar, sum flokkarnir brúka uttan samtykki frá brúkarunum, sigur Sten Schaumburg-Müller, sum er professari í KT á Syddansk Universiteti. 

– Tá lýsarar brúka persónsdátur til at senda til útvald fólk, so gera teir tað eftir mínari meting ólógliga, tí teir hava ikki biðið um samtykki.

Dátueftirlitið kanska upp í málið

Somu fatan hevur professari í KT- og miðlarætti á Aalborg Univesiteti, Søren Sandfeld Jakobsen, eins og Ayo Næsborg-Andersen, lektari í persónsdáturætti á Syddansk Universiteti.

Danska Dátueftirlitið umhugsar nú at taka málið til viðgerðar.

– Sum útgangsstøði er jú bann fyri at brúka hesar upplýsingarnar, sigur Allan Frank, KT-trygdarserfrøðingur og løgfrøðingur á Dátueftirlitinum við Danmarks Radio.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672