Handtikin í máli um "illgrunasamt deyðsfall"

Handtikin í máli um "illgrunasamt deyðsfall"
Ein ungur maður er handtikin og skuldsettur í einum skjótt sjey ára gomlum máli í Hvannasundi
 
19.06.2019 - 14:15

Løgreglan í Føroyum hevur í dag handtikið og skuldsett ein "yngri mann" í einum máli um eitt "illgrunasamt deyðsfall" frá november 2012, sum tað stendur í tíðindaskrivi.

Løgreglan hevur í hesum sambandi gjørt húsarannsóknir í fleiri støðum, sigur løgreglan í tíðindaskrivinum, sum varð sent út um tvey tíðina í dag.

Maðurin, sum nú er handtikin og skuldsettur í málinum, skal í grundlógaravhoyring í Føroya rætti í morgin, hósdagin, sigur løgreglan.

Løgreglan og ákærumyndugleikin hava í løtuni ikki fleiri viðmerkingar til handtøkuna og skuldsetingina í skjótta sjey ára gamla málinum.

Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur, váttar fyri Kringvarpinum, at talan er um eitt mál frá Hvannasundi í november 2012, tá ein ung kvinna varð funnin deyð í bygdini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Mánadag 9. mars
Endiliga rullar bólturin aftur
205339
Mánadag 9. mars
Morgunlestur mánadagur 9.mars 2026
205067
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337