Finnast at Atlantic Airways

Finnast at Atlantic Airways
Tað vekir undran uttanlands, at Atlantic Airways hevur sagt tveimum flogternum úr starvi
 
26.06.2019 - 12:58

Bæði ETF, sum er felagið fyri flutningsstarvsfólk í Evropa, og ITF, sum er altjóða felagið fyri flutningsstarvsfólk, hava sent út stuðlsfráboðan til uppsøgdu flogternurnar og starvsfelagar teirra. 

Samstundis fær arbeiðsgevarin ein moralskan uppsang frá feløgunum. ETF og ITF fordøma ódemokratiska og primitiva framferðarháttin hjá Atlantic Airways fyri at sleppa undan samráðingum um sáttmálar fyri flogternur,

Slíkt eigur ikki at henda, siga ETF og ITF

Leiðslan í Atlantic Airways sendi fyri viku síðani forkvinnuna og næstforkvinnuna í felagnum hjá flogternunum, Súluni, til hús.

Uppsagnirnar koma eftir at starvsfólkini í fjør heyst samtyktu at fara uppí felagið, FPU, sum er danska felagið fyri flogternur.  FPU hevur síðani tá roynt at fáa samráðingar um nýggjan sáttmála við Atlantic Airways.

Í tíðindaskrivi mánadagin vísti Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic, staðiliga aftur, at uppsagnirnar hava nakað sum helst við fakfelagsleiklutin hjá uppsøgdu flogternunum at gera. Hon skrivar, at "tungtvigandi grundir" eru til uppsagnirnar, men útgreinar ikki, hvørjar tær eru.

 >> SÍ EISINI Atlantsflog sagt tvey virkandi álitsfólk úr starvi

Heimasíðan Luftfart.nu skrivar, at Atlantic Airways og føroyska Arbeiðsgevarafelagið vilja ikki til samráðingarborðið, og vilja ikki samráðast við FPU.

Formaðurin í FPU, Frank Moreels, sigur við heimasíðuna, at um almenna felagið, Atlantic Airways, vil verða tikið í álvara og vinna sær virðing í Evropa og restini av heiminum, eigur tað at virða mannarættindini. FPU vísur á, at tað stendur einum og hvørjum starvsfólki frítt at organisera seg.

Í tíðindaskrivinum mánadagin sigur Jóhanna á Bergi, at flogternurnar hjá Atlantic Airways eru settar eftir sáttmála millum Starvsmannafelagið og Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum er galdandi til 1. november í ár. 

Flogskipararnir vóru í somu støðu

Flogternurnar hava stovnað fakfelagið „Súlan”, sum hevur biðið um samráðingar við Føroya Arbeiðsgevarafelag um nýggjan sáttmála.

Flogskipararnir hjá Atlantic Airways hava verið í júst somu støðu, og 1. apríl í ár var fýra ára sáttmáli gjørdur millum Flogskiparafelag Føroya og Føroya Arbeiðsgevarafelag. 

Vit hava fingið upplýst, at semja er um at nýta sama leist til samráðingarnar millum Súluna og Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum verða í heyst, skrivar Jóhanna á Bergi í tíðindaskrivinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. desember
Jól á Quiztinum 2025
201760
Týsdag 23. desember
Eitt korter við kórsangi
201893
Týsdag 23. desember
Morgunlestur týsdagur 23.desember 2025
201876
Mánadag 22. desember
Norðurljóð 22.desember 2025
201436
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. desember
Veðrið
201933
Týsdag 23. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201910
Mánadag 22. desember
Veðrið
201868
Mánadag 22. desember
Havið - Kærleiki umborð
201870
Mánadag 22. desember
Jólapakkin til sjómannin
201863