Grønland hevur hækkað sína egnu makrelkvotu

Grønland hevur hækkað sína egnu makrelkvotu
Ísland gjørdi herfyri tað sama, sum Grønland nú ger.
Mynd: savnsmynd  
 
06.07.2019 - 14:10

Grønland hevur - eins og Ísland - hækkað sína makrelkvotu.

Grønland vísir á, at ICES fyrr í ár endurskoðaði heildarkvotuna, og út frá tí hava grønlendingar hækkað sín part við 10.500 tonsum til góð 70.000 tons.

Ísland hevur eisini avgjørt at hækka sína makrelkvotu.

Partur Íslands verður av veruliga fiskiskapinum

Ísland hevur fiskað 16,5 prosent av heildarkvotuni uppá 770.000 tons, men íslendingar siga nú, at veruligi fiskiskapurin er 850.000 tons, og tað er hetta tal, partur Íslands skal roknast av.

Føroyar, Noreg og ES hava eina sínámillum avtalu um makrel-fiskiskapin, sum hvørki Ísland ella Grønland eru partur av.

Fyrr í vikuni segði Høgni Hoydal, landsstýrismaður, at stig íslendinga, at áseta sær hægri kvotu, er ørkymlandi.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655