Kór fekk tvey gull og eitt silvur fyri Brahms

Kór fekk tvey gull og eitt silvur fyri Brahms
Gøtu kirkju ungdómskór fekk tvey gullheiðursmerki og eitt silvurheiðursmerki á Johannes Brahms festivalinum í Týsklandi.
Gøtu kirkju ungdómskór á einum festivali í Eysturríki.
 
07.07.2019 - 10:10

Gøtu kirkju ungdómskór fekk tvey gullheiðursmerki og eitt silvurheiðursmerki á Johannes Brahms festivalinum.

Hetta er besta úrslit hjá kórinum í altjóða kórkapping. 

Gøtu kirkju ungdómsfór fekk gullheiðursmerki í kappingini fyri ungdómskór og í Spirituals kappingini.

Kórið fekk silvurheiðursmerki í kirkjutónleiki.

Interkultur, sum er fremsti fyriskipari, tá talan er um altjóða kórkappingar, skipaði fyri.

Johannes Brahms festivalurin var í týska býnum Wernigerode.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329