Spurt um til ber at hava fund sum skjótast

Spurt um til ber at hava fund sum skjótast
Forkvinnan í Fiskivinnuráðnum, Jóanna Djurhuus, hevur spurt limirnar i Fiskivinnuráðnum, um fundur kann vera sum skjótast um fiskidagar hjá bólki 5
Útróðrarbátar í bólki 5B hava longu brúkt fiskidagarnar, teir fingu fyri alt árið.
 
11.07.2019 - 12:35

Forkvinnan í Fiskivinnuráðnum, Jóanna Djurhuus, hevur spurt limirnar i Fiskivinnuráðnum, um til ber at hava fund sum skjótast um fiskidagarnar hjá útróðrabátunum.

Sjey limir eru í Fiskivinnuráðnum.

Orsøkin er, at Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur sent Fiskivinnuráðnum eitt uppskot um at broyta kunngerðina, sum ásetir býtið millum fullriknu útróðrarbátarnar í bólki 5A og útróðrarbátarnar í bólki 5B, sum hava útróðurin sum parttíðar vinnu ella sum nýggja vinnu.

Uppskotið hjá landsstýrismanninum er í stuttum um at flyta nakrar útróðrarbátar úr bólki 5B yvir í bólk 5A og lata teir taka fiskidagarnar við sær.

Trupulleikin er, at fiskidagarnir hjá bátunum í bólki 5B eru uppi longu nú, hóast teir skulda vara alt árið.

Sambært uppskotinum hjá Høgna Hoydal, sum hann vil hava Fiskivinnuráðíð at viðgera í skundi, koma 600 fiskidagar afturat í bólki 5B.

Fiskivinnuráðið hevur annars regluligan fund fríggjadagin í næstu viku, tann 19.juli. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012