Rock Trawldoors: Úr Vági til Thyborøn

Rock Trawldoors: Úr Vági til Thyborøn
Føroyska felagið Rock Trawldoors við heimstaði í Vági er selt til donsku fyritøkuna Thyborøn Trawldoor
Rock Trawldoors er selt til donsku fyritøkuna Thyborøn Trawldoor.
Mynd: Rock Trawldoors  
 
19.04.2024 - 17:58

Føroyska felagið Rock Trawldoors við heimstaði í Vági er nú selt. Keyparin er danska felagið Thyborøn Trawldoor. Tað skrivar fiskerforum.com. 

Sølan er komin í lag eftir fyrispurning frá danska felagnum, sigur Petur Kjærbæk, sum er stjóri í Rock Trawldoors og ein av teimum sjey eigarunum, sum nú hava selt. 

- Tað kom ein fyrispurningur frá donsku fyritøkuni Thyborøn Trawldoor, og vit hava verið í samráðingunum í einar tvær, tríggjar vikur. Tá nú fyrispurningurin kom frá einari fyritøku, sum ger somu vørur, sum vit gera, kendi eg, at løtan var tann rætta, sigur Petur Kjærbæk, stjóri. 

Orsøkin var eisini tann, at føroyska fyritøkan er lítil, marknaðurin minkar, og aktørarnir vaksa. 

- Vit eru ein lítil fyritøka, og tað er tungt og strævið. Vit kunnu fáa góða hjálp frá teimum á økjum, har tey eru sterk og vit veik, sigur Petur Kjærbæk.

Men ein tann týdningarmiklasti parturin var, at framleiðslan og virkið í Vági kann halda fram eins og áður. 

- Tað at framleiðslan kann halda fram í Vági, tað vigar nógv. Rock Trawldoors kemur at halda fram sum eitt sjálvstøðugt felag, og tað verða ongar broytingar í hvørki leiðslu ella starvsfólkahópi, leggur Petur Kjærbæk, stjóri, afturat. 

Sambært heimasíðuni hjá Rock Trawl Doors arbeiða 17 fólk í fyritøkuni.

Partarnir eru samdir um ikki at upplýsa keypsprísin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Leygardag 19. september
Upp á tá - 180926
213505
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303