Nógv at gera men einki óvanligt uttan ein hundur

Nógv at gera men einki óvanligt uttan ein hundur
Hóast nógv fólk var úti ólavsøkuaftan, var ikki nakað óvanligt at gera hjá politinum, hóast nógv var at gera
Nógv var at gera ólavsøkuaftan.
 
29.07.2019 - 09:48

Hóast nógv fólk var úti ólavsøkuaftan, var ikki nakað óvanligt at gera hjá politinum, hóast nógv var at gera.

Tað er tó kanska óvanligt at hjálpa einum hundi.

Um fimm-tíðina í gjár fekk politiið fráboðan um ein hund, sum var læstur inni í einum bili. Hann tyktist ikki hava tað gott í hitanum. 

Politiið fekk ikki orð á bileigaran, og tí varð sløkkiliðið boðsent at fáa upp eina bilhurð, so hundurin slapp út.

Bileigarin fær eina rokning fyri hetta arbeiðið.

Eingin endaði ólavssøkuaftan í klivanum í Klaksvík, men onkur á skaðastovuni í Havn.

Boð vórðu send eftir sjúkrabili til teirra, sum høvdu meiðslað seg mest, tá tey duttu.

Hini fingu hjálp frá samarittunum, sum politiið enn eina ferð rósar fyri dygdargott arbeiði.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
Breddin: Kervi+ og fólkaskúlin
216300
Hósdag 12. november
Eitt fræ
216034
Hósdag 12. november
Hús
216070
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210