Nýggj krøv til køliskipanir

Nýggj krøv til køliskipanir
Nýggj krøv kunnu vera á veg til føroysk fiskiskip, ið hava frystilast ella aðra køliskipanir
 
02.08.2019 - 13:05

Tað er veðurlagsbólkutin, sum fyri kortum lat sítt tilmæli til nýggjan veðurlagspolitikk, sum mælir til herdu krøvini. Nýtslan av sonevndum F-gassi, serliga HFC gassi, er økt munandi seinnu árini.

F-gass eru sera sterk vakstrarhúsgass, sum hava fleiri túsund ferðir so stórt upphitingarevni sum CO2. Hesi verða serliga nýtt í køliskipanum umborð á skipum, men eisini í hitapumpum og øðrum.

Einki avgjald í Føroyum

Í 2017 stavaðu seks prosent av samlaða útlátinum av vakstrarhúsgassi í CO2 eindum frá F-gassi. Grannalondini hava ásett eitt høgt umhvørvisgjald á F-gass, millum umleið 500 og 2.000 kr./kg. Men einki slíkt avgjald er í Føroyum.

Bólkurin mælir í uppskotinum til veðurlagspolitikk til, at áseta eitt umhvørvisgjald á F-gass fyri at eggja reiðaríum til at skifta. Hetta hevði eisini verið í samsvari við Kigali avtaluna, sum Føroyar nýliga hava tikið undir við.

Sambært avtaluni hava ídnaðarlondini bundið seg til at skerja nýtsluna av F-gassi við 85 prosentum í 2036. Nøkur føroysk fiskiskip hava skift til umhvørvisvinarligari kølievni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 22. desember
Norðurljóð 22.desember 2025
201436
Mánadag 22. desember
Morgunlestur mánadagur 22.desember 2025
201806
Sunnudag 21. desember
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
201811
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 22. desember
Veðrið
201868
Mánadag 22. desember
Guðstænasta
201865
Sunnudag 21. desember
Andakt
201817
Sunnudag 21. desember
Møti úr Betesda í Klaksvík
201807
Leygardag 20. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201790