Eingin játtan, asfaltverk kortini keypt

Eingin játtan, asfaltverk kortini keypt
Hóast ikki eitt oyra varð játtað í fíggjarlógini, keypti Landsverk eitt asfaltverk fyri 8,8 milliónir krónur í fjør
Asfaltverkið á Sundi
 
08.08.2019 - 12:27

Hetta heldur Landsgranskoðanin er løgið, og spurdi landsstýrismannin í samferðslumálum um tað.

Landsstýrismaðurin greiddi frá, at Samferðslumálaráðið tekur undir við Landsgrannskoðanini, sum sigur, at sáttmálin, sum Landsverk gjørdi í 2016 um at langtíðarleiga asfaltverkið á Sundi við keypsrætti við sáttmálalok, í veruleikanum er ein fíggjarlig langtíðarleiga. Tí er neyðugt at viðgera málið sum keyp.

Leigumálið varð bókað sum keyp, hóast eingin jattan var til keyp. Frá 2016 til 2018 hevur Landsverk goldið 15,8 mió.kr. í leigu fyri asfaltverkið. 9,3 milliónir krónur vóru eftir at gjalda í leigu og keypsrætti.

Avsláttur

Landsverk sigur seg hava fingið ein avsláttur, sum er 500.000 krónur, tí leigan og keypsrætturin vórðu framskundað. Landsverk hevur tí rindað 8,8 milliónir krónur, 9,3 milliónir minus 500.000 krónur, og keypt asfaltverkið.

Landsgrannskoðanin gjørdi longu í ársfrágreiðingini fyri 2017 vart við ivasom viðurskifti viðvíkjandi langtíðarleiguni á Sundi.

Samferðslumálaráðið gjørdi tá saman við Fíggjarmálaráðnum eina nýggja høvuðskontu “Keyp av asfaltverki” í landsroknskapinum. Men Landsgrannskoðanin vísti á, at hetta bar ikki til, uttan at løgtingið samtykti tað.

Landsgrannskoðanin staðfestir at Landsverk í 2016 gjørdi leigusáttmála um asfaltverkið, sum í veruleikanum var eitt keyp. Og løgtingið hevur ikki góðkent hetta keypið, sigur Landsgrannskoðanin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328