Rópa nú varskó

bannari
Rópa nú varskó
Kommunufelagið biður tey, ið stilla upp til løgtingsvalið 31. august, um at lova pengar úr røttum kassa
 
21.08.2019 - 14:13

– Tingini hanga ikki saman. Vt kunnu ikki fíggja meira útreiðslur við minni inntøkum, tað er eitt misljóð. Tí heita vit á flokkarnar um at koma við meira heildarkendum loysnum, ið umfata bæði inntøkur og útreiðslur.

Tað sigur Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum, nú Kommunufelagið ger vart við, at økið, sum kommunurnar í stóran mun varða av, meira og meira verða hálað inn í valstríðið.

Felagið biður nú valevnini um ikki at lova pengar úr kommunukassunum. Kommunufelagið sigur, at nógv vallyfti hava stóra ávirkan á kommunala geiran.

11 borgarstjórar stilla upp til løgtingsvalið

Felagið nevnir skattalættar, skattafrítt útgjald úr Samhaldsfasta, frádrátt fyri limagjald til yrkisfeløg, normeringar á eldraøkinum og á dagstovnaøkinum, sama tænastustig um alt landið, styttri arbeiðsviku og fyrireikingartíð.

Hesi lyfti hava øll fíggjarligar avleiðingar fyri kommunukassarnar, sigur Kommunufelagið. Felagið biður valevni hugsa um heildina og ikki koma við vallyftum, sum minka inntøkurnar og økja útreiðslurnar hjá kommununum.

Kommunufelagið saknar, at flokkarnir greitt boða frá, hvussu teir grundleggjandi vilja hava, at viðurskiftini millum land og kommunur verða skipað. Felagið vil hava at vita, við hvørjum fortreytum, kommunurnar skulu reka málsøki, sum tær hava fingið frá landinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083