Jóan Símun aftur á landsliðnum

Jóan Símun aftur á landsliðnum
Jóan Símun Edmundsson er aftur á landsliðnum. Tað sama er málverjin Gunnar Nielsen
 
26.08.2019 - 11:03

Hvørgin teirra hevur verið tøkur seinastu dystirnar vegna skaða, men nú eru teir, sum plaga at vera fremsti og aftasti maður aftur í føroyska hópinum.

Lars Olsen, venjari hjá føroyska fótbóltslandsliðnum, boðaði á tíðindafundi í morgun frá, hvørjir manna hópin í komandi EM-undankappingardystum.

Føroyar spæla í móti Svøríki á Tórsvølli hósdagin 5. september og í móti Spania sunnudagin 8. september.

Hópurin, sum Lars Olsen hevur úttikið, er hesin:

▪ Gunnar Nielsen
▪ Kristian Joensen
▪ Teitur M. Gestsson
▪ Atli Gregersen, Víkingur
▪ Odmar Færø, Hamarkameratene (NOR)
▪ Viljormur Davidsen, Vejle BK (DAN)
▪ Magnus Egilsson, HB
▪ Gilli Rólantsson Sørensen, SK Brann (NOR)
▪ Hørður Askham, HB
▪ Heini Vatnsdal, Fremad Amager (DAN)
▪ Rene Shaki Joensen, HB
▪ Hallur Hansson, AC Horsens (DAN)
▪ Brandur Hendriksson Olsen, FH Hafnarfjørður (ÍSL)
▪ Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (NOR)
▪ Kaj Leo í Bartalsstovu, Valur (ÍSL)
▪ Árni Frederiksberg, B36
▪ Sølvi Vatnhamar, Víkingur
▪ Meinhard Egilsson Olsen, Kristiansund BK (NOR)
▪ Jóannes Bjartalíð, KÍ
▪ Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ
▪ Patrik Johannesen, KÍ
▪ Jóan Símun Edmundsson, Bielefeld

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 5.partur (5:7)
109064
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 4.partur (4:7)
109063
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666