Arbeiðsloysið minkar hóast fólkatalið veksur

Arbeiðsloysið minkar hóast fólkatalið veksur
Vaksandi fólkatalið merkir ikki, at arbeiðsloysið í Føroyum veksur. Tvørturímóti
 
13.09.2019 - 09:11

Fólkatalið hevur enn einaferð sett met. 1. august búðu 52.122 fólk í Føroyum. Tað vísa nýggjastu hagtølini hjá Hagstovu Føroya.

Vaksandi fólkatalið merkir tó ikki at arbeiðsloysið veksur. Tvørturímóti. Tað hevur verið ein støðug minking í arbeiðsloysinum síðstu árini, so tað 1. juni í ár vóru 1,1% av føroyingum sum vóru arbeiðsleysir.

Framvegis trupult at fáa arbeiðsmegi

Av hesum sum eru arbeiðsleys, vísa tøl frá Hagstovuni, er helmingurin bara arbeiðsleys í tríggjar mánaðir ella minni. Einans góð 13% av teimum arbeiðsleysu eru arbeiðsleys í eitt ár ella meir.

Lága arbeiðsloysið merkir tískil, at fyritøkur hava trupult við, at fáa nokk av arbeiðsmegi. Tí sæst, at ein vøkstur hevur verið í útlendskari arbeiðsmegi síðstu árini.

1. juni í ár vóru 4,5% av arbeiðsfjøldini ikki føroyingar, ella danskir ríkisborgarar. Hetta, vísa tøl frá Hagstovuni, er nærum ein tvífalding síðan 2014, og vøksturin er í bæði ES-borgarum og borgarum aðrastaðni frá.

Fólkavøksturin 75 fólk um mánaðin

Hóast vøksturin í útlendskari arbeiðsmegi, er bulurin í vøkstrinum í fólkatalinum tó framvegis føroyingar, sum flyta heimaftur.

Tølini frá Hagstovuni vísa, at síðan 2014 hevur fráflytingin úr Føroyum verið støðug til umleið 100 fólk um mánaðin, meðan tilflytingin sama tíðarskeiðið er økt til 150 fólk um mánaðin.

Saman við burðaravlopinum, sum er munurin ímillum fødd og deyð, ger hetta, at fólkatalið veksur við okkurt um 75 fólkum um mánaðin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Fríggjadag 25. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Danny & the Veetos
213778
Fríggjadag 25. september
RagnarRokk: Saeko um Back to Life
212906
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650