Býta oddasessin millum sín

Býta oddasessin millum sín
Tað er vorðið vanligari nú, at flokkarnir í løgtinginum býta formansskapin í nevndum millum sín
Edva Jacobsen verður forkvinna í Útnorðurráðnum um tvey ár
 
22.09.2019 - 13:28

Tá Útnorðurráðið skipaði seg í farnu viku, var semja um, at Henrik Old í javnaðarflokkinum verður formaður og Edva Jacobsen í Sambandsflokkinum verður næstforkvinna og limur í arktiska bólkinum í Útnorðurráðnum.

Avtala varð eisini gjørd um, at formaðurin og næstforkvinnan býta um sess um tvey ár, so Edva Jacobsen verður forkvinna og Henrik Old næstformaður. 

Og um tvey ár tekur Høgni Hoydal í Tjóðveldi við sessinum í arktiska bólkinum í Útnorðurráðnum.

Semja um formenn og forkvinnur

Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi hava eisini gjørt semju um slíkt býti í tveimum tingnevndum. Andstøðan hevur meirilutan í Vinnnunevndini og Menanarnevndini hjá løgtinginum.

Bjørt Samuelsen heldur fram sum forkvinna í Vinnunevndini í tvey ár. Síðani tekur Javnaðarflokkurin við. Javnaðarflokkurin hevur tveir limir í Vinnunevndini, teir eru Bjarni Hammer og Henrik Old.

Í Mentanarnevndini er Djóni Nolsøe Joensen í Javnaðarflokkinum tann fyrri formaðurin. Beinta Løwe í Tjóðveldi tekur síðani við um tey ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558