Bara meirilutin kann fremja avgerð um borgarstjóra

Bara meirilutin kann fremja avgerð um borgarstjóra
Býráðið á Tvøroyri, ella meirilutin í býráðnum har, noyðist sjálvur at fáa býráðssamtyktina um tingsessin hjá borgarstjóranum at virka
Tvøroyrar kommuna
 
26.09.2019 - 12:16

Eingin annar kann gera tað. Meirilutin í býráðnum, Javnaðarflokkurin, hevur oftari enn einaferð samtykt, at Kristin Michelsen kann ikki vera borgarstjóri og tingmaður í senn.

Eftir løgtingsvalið 31. august varð samtyktin endurtikin. Men Kristin Michelsen hevur ikki gjørt eftir samtyktini. Hann er framvegis bæði borgarstjóri og tingmaður.

Løgtingsskrivstovan sigur, at hetta er ikki hennara mál. Og landsstýrið fær heldur einki gjørt, annað enn at vísa á kommunustýrislógina. Kommunala eftirlitið vísir á grein 22 í lógini.

Annar borgarstjóri

Hon sigur, at býráðið kann velja ein annan býráðslim at vera borgarstjóri. Hendan avgerðin skal tó alt fyri eitt latast landsstýrismanninum í kommunumálum til staðfestingar.

Staðfestir landsstýrismaðurin avgerðina, skal býráðið leggja málið fyri rættin. Tekur rætturin undir við býráðnum, skal borgarstjórin fara frá.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891