USA leggur nú eykatoll á vørur úr ES

USA leggur nú eykatoll á vørur úr ES
USA hevur nú lagt eykatoll á vørur frá ES-londum. Ósemjan snýr seg um stuðul til eina flogverksmiðju
 
18.10.2019 - 18:30

USA boðaði fyri nøkrum vikum síðani frá, at eykatollur verður lagdur á vørur úr ES fyri 7,5 milliardir dollarar.

Amerikanskir myndugleikar hava ávarað um, at USA fer at hækka tollin á evropeisk flogfør 10 prosent, og at 25 prosent verða løgd á landbúnaðarvørur, sum til dømis ost, skinku, vín og whiskey.

Orsøkin er, at USA eftir áralangt stríð hevur fingið viðhald í kæru síni um, at flogverksmiðjan, AirBus, fær stuðul frá ES. Heimshandilsfelagsskapurin, WTO, kunngjørdi í mai endaligu niðurstøðu sína:

ES-stuðulin til Airbus hevur skatt amerikanska kappingarneytan, flogverksmiðjuna Boeing. Stuðulin er veittur sum bílig lán til flogverksmiðjuna, og hevur, sambært WTO, verið ólógligur.

Ein gerðarrættur sigur, at USA kann svara aftur við at leggja eykatoll upp í 100 prosent á innfluting úr ES fyri 7,5 milliardir dollarar um árið. Tað svarar til góðar 51,2 milliardir krónur í dag. Í høvuðsheitinum verða Týskland, Bretland, Frakland og Spania, ringast rakt av amerikanska eykatollinum. 

USA sigur, at eykatollurin verður í gildi til ES-stuðulin til Airbus steðgar. ES hevur boðað frá, at samveldið er ímóti eykatollinum, og franski fíggjarmálaráðharrin, Bruno Le Maire, hevur ávarað USA um, at svarað verður aftur av somu skuffu sum USA.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860