Skatturin lækkar

Skatturin lækkar
Skatturin í Runavíkar kommunu lækkar næsta ár. Barnafrádrátturin verður tann sami
Býráðið í Runavík samtykti í gjár fíggjarætlanina fyri 2020
 
01.11.2019 - 08:19

Skatturin í Runavíkar kommunu lækkar næsta ár. Hann verður 21,75 prosent. Nú er hann 22 prosent. Barnafrádrátturin verður tann sami, 8.000 krónur.

Býráðið í Runavík samtykti í gjár fíggjarætlanina fyri 2020. Hetta var fyrra viðgerðin. Seinna viðgerðin verður 28. november.  Fíggjarætlanin javnvigar við 228 milliónir krónur.

Raksturin kostar 161,4 milliónir og íløgur skulu gerast fyri 51,4 milliónir næsta ár. Kommunan ætlar ikki at taka nakað lán næsta ár, men 10,2 milliónir krónur verða goldnar av verandi skuld.

4.125 fólk í kommununi

Í løtuni svarar skuldin hjá Runavíkar kommunu til 54 prosent av einari álíkning. Roknað verður við, at hon er 62 prosent um ársskiftið 2019/20.

Runavíkar kommuna fer at geva øllum børnum og ungum millum seks og 18 ár, tey eru 696 í tali í løtuni, eitt ognarkort.

Kortið, sum er 2.000 krónur vert, kann brúkast til frítíðarvirksemi í kommununi. Kortið hevur fingið heitið Spjaldur. Í dag eru 4.125 fólk í Runavíkar kommunu. Tey búgva í 15 bygdum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096