HB fingið nýggjan venjara

HB fingið nýggjan venjara
Danin Jens Berthel Askou verður nýggjur venjari hjá besta mansliðnum hjá Havnar bóltfelag
 
03.11.2019 - 12:15

Jens Berthel Askou hevur seinastu árini verið venjari í donskum fótbólti. Hann vandi Vendsyssel í donsku superliguni, men hevur eisini verið venjari hjá Skive IK og Thisted FC í næstbestu deildini í Danmark.  

Áðrenn hann gjørdist venjari, spældi hann sjálvur í Danmark, Turkalandi og Onglandi við Norwich City. Nú skal hann vera venjari hjá HB. Tað boðar felagið frá í tíðindaskrivi. 

Til spurningin hví hann hevur valt at taka við starvinum sum høvuðsvenjari, sigur Berthel, at hetta er ein spennandi avbjóðing. Bæði sum venjari, men eisini persónliga fyri hann, at royna okkurt øðrvísi.

Sum leikari hevur hann roynt seg uttanfyri Danmark, og tey upplivilsini gera, at hann ikki ræðist avbjóðingina.

Jens Berthel Askou byrjar í starvinum 1. desember, og sáttmálin er galdandi til og við 2021.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. november
Upp á tá - 201126
216763
Fríggjadag 20. november
Vikuskiftið 20 nov 2026
216752
Fríggjadag 20. november
LEITISSTEIN 20.11.2026 (Linda Andrews)
216750
Fríggjadag 20. november
Breddin: Leigubústaðir og skattafyrimunir
216730
Fríggjadag 20. november
Beinleiðis úr Studio 5 - Nettupp
216723
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714
Fríggjadag 20. november
Veðrið
216748
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592