- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ófriður í Gazageiranum

Tíggju rakettir vórðu sendar móti Ísrael seint fríggjakvøldið. Átta av rakettunum vóru steðgaðar av anti-rakettverjutiltøkum, meðan tvær rakettir raktu mál í Ísrael. Eingin kom til skaða.
Ísraelski herurin hevur sum aftursvar bumbað fleiri mál í Gazageiranum í morgun, har mett verður at Hamas heldur til.
Sambært palestinenskum myndugleikum, hevur ein latið lív, og tvey eru særd í álopunum. Eingin hevur tikið ábyrgdina fyri tær tíggju rakettirnar, men sambært talsfólki fyri Ísraelsku stjórnina, stendur Hamas aftanfyri.
Mótmæli hava verið framvið markinum millum Gazageiran og Ísrael móti stongslinum av Gazageiranum seinastu tíðina, sum er settur í verk av Egyptalandi og ísrael og er neyðugur fyri at fyribyrgja, at Hamas og aðrir felagsskapir fáa hendur á vápnum.
Sambært heilsustarvsfólkum vóru fleiri fólk særd av skotum fríggjadagin í sambandi við mótmælini, skrivar altjóða tíðindastovan Al Jazeera.
Tað er ikki eydnast Benjamin Netanyahu at skipa stjórn í Ísrael eftir valið.
Spurnartekn verða m.a. tí sett við, um álopið hevur eitt innanríkispolitiskt endamál. Hesum vísir ST-sendimaður ísraels Danny Danon aftur.

























