Óli Mortensen givið avboð til EM

Óli Mortensen givið avboð til EM
Svimjarin, Óli Mortensen, hevur givið avboð til EM á stuttgeil í Glasgow og til NM í Føroyum. Tríggir aðrir føroyingar fara tó til EM í Glasgow
Óli Mortensen hevði svomið undir kravtíð til EM á stuttgeil í desember, men hann hevur givið avboð til kappingina.
Mynd: Savnsmynd  
 
11.11.2019 - 15:37

Nú er greitt, at Óli Mortensen ikki verður við til evropameistarakappingina á stuttgeil í Glasgow í desember og ei heldur til norðurlandameistarakappingina í Føroyum um mánaðarskiftið. 

Til FM stevnuna fyrst í november boðaði Óli Mortensen frá, at hann fer at gevast at svimja við árslok, men at hann ikki hevði tikið endaliga støðu til, um hann fór við til EM og NM. 

Tað hevur hann nú.

- Tað er tó longu greitt, at Óli Mortensen hevur givið avboð til EM-kappingina í Glasgow, og tí verða tey trý, sum umboða Føroyar í kappingini, stendur á svimjing.com. 

Trý onnur til EM
Tríggir aðrir føroyskir svimjarar umboða tó Føroyar í evropameistarakappingini í Glasgow í desember.

Tey eru: 

Signhild Joensen, Vár E. Eidesgaard og Róland Toftum. 

EM á stuttgeil verður í Glasgow dagarnar 4. til 8. desember. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541