Integratiónsætlan fyri fólkaskúlan á veg

Integratiónsætlan fyri fólkaskúlan á veg
Ein yvirskipað ætlan um integratión og inklusjón av næmingum, sum hava annað móðurmál enn føroyskt, er á veg og verður væntandi liðug um ársskiftið
Ein arbeiðsbólkur leggur í løtuni síðstu hond á eina yvirskipaða ætlan um, hvussu næmingar við øðrum móðurmáli enn føroyskum verða integreraðir og inkluderaðir í fólkaskúlanum
 
13.11.2019 - 07:59

Í løtuni leggur ein arbeiðsbólkur við fólki úr Mentamálaráðnum, Útlendingastovuni og Skúlaleiðarafelagnum síðstu hond á eina yvirskipaða ætlan um, hvussu næmingar við øðrum móðurmáli enn føroyskum verða integreraðir og inkluderaðir í fólkaskúlanum.

Arbeiðsbólkurin skal lýsa støðuna og meta um, hvussu skúlarnir eiga at taka ímóti næmingum, sum hava annað móðurmál enn føroyskt ella annan uppruna enn føroyskan, skrivar Skúlablaðið

Frágreiðingin handast á nýggjárinum

Tá ið arbeiðsbólkurin hevur handað frágreiðingina um ársskiftið, verður farið víðari og innanhýsis arbeiðsbólkur settur í Mentamálaráðnum, ið skal arbeiða víðari við málinum.

Lærarar hava leingi víst á tað óhepna í, at eingin yvirskipað ætlan er um, hvussu næmingar við øðrum móðurmáli enn føroyskum verða inkluderaðir í skúlanum.

Lærararnir sóknast eisini eftir eini útbúgving í at undirvísa næmingum, sum hava annan uppruna enn føroyskan.

Kunngerðin hvørki lýst ella sett í gildi

Útbúgvingin má leggja upp fyri, at mentanin hjá hesum næmingum er øðrvísi enn okkara, at hugsanarhátturin er øðrvísi og at uppalingin av teimum er øðrvísi, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í undirvísingarmálum.

Í vár varð ein kunngerð gjørd um undirvísing í føroysk máli og mentan til næmingar av øðrum uppruna enn føroyskum. Kunngerðin er ikki lýst ella sett í gildi.

Tað er ikki nóg gott, at lærarar mugu arbeiða eftir besta førimuni uttan nakra yvirskipaða ætlan. Tá ið frágreiðingin er komin, eru vit komandi munandi longri, sigur landsstýrismaðurin sambært Skúlablaðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. juli
Radio Stjernekilde - Partur 9
209137
Fríggjadag 17. juli
Vikuskiftið 17. juli 2026
211068
Fríggjadag 17. juli
Summarbeiti á G!
211066
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf kvinnur
211096