Aksel spyr Jenis um Jerusalem

Aksel spyr Jenis um Jerusalem
Aksel V. Johannesen heldur ikki, at tað loysir seg at lata eina føroyska sendistovu upp í Ísrael yvihøvur.
 
16.11.2019 - 12:47

Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, fer nú at spyrja Jenis av Rana, landsstýrismann í uttanríkismálum, um ætlanina at stovna føroyska sendistovu í Jerusalem.

Munnligir fyrispurningar vera í tinginum mikudagin.

Aksel V. Johannesen heldur ikki, at tað loysir seg at lata eina føroyska sendistovu upp í Ísrael yvihøvur.

Hann sigur, at tøl hjá Hagstovuni vísa, at útflutningurin til Ísraels hevur verið sera avmarkaður seinastu árini. 

Haraftrat hava fá lond sendistovur í júst Jerusalem, og tí er sera ósannlíkt, at Føroyar koma í samband við aðrar diplomatar og tjóðir í býnum.

- Tað sendir eitt ógvuliga óheppið politiskt tekin at stovna sendistovu í Jerusalem. Tað kann seta bæði Føroyar og alt ríkið í eina trygdarpolitiska, álvarsama vandastøðu. Í ringasta føri kann tað eisini elva til stóran skaða í strembanini at fáa størri uttanríkispolitiskar heimildir í ríkisfelagsskapinum, og tað verður eisini dýrt fyri skattgjaldaran, sigur formaðurin í Javnaðarflokkinum.

- Eg havi tí ilt við at síggja tað skilagóða í, at vit yvirhøvur brúka pengar til sendistovu í Ísrael, sigur Aksel V. Johannesen í viðmerkingunum til fyrispurningin, sum verður settur Jenisi av Rana í tinginum mikudagin.

Edmund finst eisini at Jenisi

Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin, sigur, at ongar haldgóðar grundir eru fyri at lata sendistovu upp í Ísrael, og als ikki í Jerusalem.

- Tað gagnar ikki Føroyum búskaparliga ella diplomatiskt at lata sendistovu upp í Jerusalem. Tvørturímóti kunnu útsagnirnar hjá Jenisi av Rana elva til bæði politiska og diplomatiska kreppu. Haraftrat er tað dýrt, og kann seta trygdina hjá okkum í vanda, skrivar Edmund Joensen í einari viðmerking.

Fólkatingsmaðurin hjá Sambandsflokkinum sigur, at viðmerkingarnar hjá Jenisi av Rana skaða eisini sambandið millum Føroyar og Danmark, og kílar verða settir í ríkisfelagsskapin.

- Skulu Føroyar lata sendistovu upp í Ísrael, skulu vit fylgja evropeisku kósini og staðseta hana í Telaviv, sum danski forsætisráðharrin eisini vísti á, tá hon var í Føroyum herfyri, sigur Edmund Joensen. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. november
Andarblak - Í menniskjum góður tokki
184315
Hósdag 28. november
Breddin: Fráflyting í søguligum høpi
184289
Hósdag 28. november
Morgunlestur hósdagur 28.november 2024
184107
Mikudag 27. november
Dansival á Nordlekfundi
184250
Mikudag 27. november
Skratsj 27. novembur 2024
184248
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2)
184255
Mikudag 27. november
Kanst tú siga farvæl? (2:2)
184254
Mikudag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184234
Mikudag 27. november
Fólksins rødd 4:4 - teknmálstulkað
184221
Týsdag 26. november
Føroysk fiktión (2:5)
184205