Ósamd um orkupolitikkin

Ósamd um orkupolitikkin
Samgongan og andstøðan eru ikki samd um orkupolitikkin hjá landinum
 
05.12.2019 - 08:32

Tað sæst í álitunum hjá Fíggjarnevndini um tvey lógaruppskot, annað frá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi, hitt frá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni. Bæði uppskotini eru um, at hitapumpur skulu sleppa undan meirvirðisgjaldi.

Meirvirðisgjaldið verður endurgoldið nú, men skipanin er bara galdandi til nýggjárs. Landsstýrið vil leingja hana eitt ár. Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi vilja leingja hana fýra ár. 

Aðrar skipanir eisini frítakast fyri mvg

Andstøðuflokkarnir vilja eisini, at aðrar góðkendar orkuskipanir, so sum sólorka, eisini sleppa undan meirvirðisgjaldi. Samgongan og Sjálvstýri siga, at samgongan hevur stórar ætlanir um umhvørvi og orku.

Tí halda hon og Sjálvstýri tað vera ráðiligt bara at leingja skipanina við hitapumpunum og meirvirðisgjaldinum eitt ár, tí aðrar lógir um umhvørvi og orku eru á veg.

Skipanin við hitapumpum og meirvirðisgjaldi hevur nú virkað í skjótt tvey ár. 113 fólk hava fingið meirvirðisgjaldið aftur fyri hitapumpur og innlegging, tilsamans slakar 2,4 milliónir krónur. Afturgjaldið er í miðal 21.100 krónur

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Sunnudag 2. august
Møti úr Elim
211469
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375