Stríð um nýtt gøtunavn í Havn

Stríð um nýtt gøtunavn í Havn
Ósemja er um, hvussu gøtan í nýggju útstykkingini, sum verður gjørd við Villingadalsvegin í Havn, skal eita
Skal nýggja útstykkingin við Villingadalsvegin í Havn eita Ryskigøta ella Fípugøta? Tað eru tað fleiri meiningar um
Mynd: Loftmynd: kortal.fo  
 
13.12.2019 - 10:26

Eitt stríð um eitt gøtunavn er endað aftur í Mentamálanevndini hjá býráðnum í Havn. Tað hendi á býráðsfundinum í gjárkvøldið.

Tvey uppskot eru. Tey eru Ryskigøta og Fípugøta. Gøtunavnanevndin kom fyrst við navninum Ryskigøta. Ryski er planta í sevættini og veksur í haga og fjallalendi. 

Málið beint aftur í nevnd

Hetta varð so einmælt samtykt á býráðsfundi í summar. Men so gjørdi smápartafelagið, sum stykkjar út, vart við seg.

Stjórin í felagnum segði, at Ryskigøta er torført at siga hjá nógvum, og navnið kann skjótt misskiljast. Hansara uppskot er Fípugøta. Gøtunavnanevndin broytti so navnið til Fípugøta.

Men ein meiriluti í Mentanarnevndini heldur fast um Ryskigøtu. Á býráðsfundinum í gjárkvøldið fór málið um nýggja gøtunavnið aftur í Mentanarnevndina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Sunnudag 2. august
Møti úr Elim
211469
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375