Súni stillar uppaftur til formanssessin

Súni stillar uppaftur til formanssessin
Freistin at stilla upp til formanssessin í Starvsmannafelagnum er 15. januar
 
14.12.2019 - 12:40

Formansval verður í Starvsmannafelagnum á aðalfundinum í mars.

Freistin at stilla upp er 15. januar.

Formaðurin verður valdur fyri fýra ár við vanligum meiriluta.

Formansstarvið í Starvsmannafelanum er lønt fulltíðarstarv. 

Sambært sáttmálanum hevur tann, sum verður valdur, rætt til at fáa farloyvi frá arbeiðsplássinum alla formanstíðina.

Umleið 2.000 limir eru í Starvsmannafelagnum, sum er størsta fakfelag á almenna arbeiðsmarknaðinum. 

Súni roynir aftur

Súni Selfoss hevur formaður í Starvsmannafelagnum seinastu fýra árini, og hann sigur, at hann fer at stilla uppaftur til formansvalið.

Starvsmannafelagið og Lønardeildin í fíggjarmálaráðnum samráðast framvegis um nýggja sáttmála.

Súni Selfoss, sigur, at tað gongur spakuliga framá í samráðingunum, men ivasamt er, um nakar sáttmáli verður gjørdur fyri jól.

Hann sigur, at Starvsmannafelagið er til reiðar at brúka ta tíð, sum krevst, at fáa ein góðan sáttmála.

Sáttmálin millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið fór úr gildi 1. oktober, men hann er í gildi, meðan partarnir samráðast. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890