- Tíðindi, mentan og ítróttur
COP 25 ráðstevnan endaði uttan nakra semju
COP 25 ráðstevnan endaði uttan nakra semju
COP 25 veðurlagsráðstevnan hjá ST endaði í dag uttan nakra semju um, hvussu CO2 útlátið skal minkast

15.12.2019 - 16:17
Tað eydnaðist ikki at finna eina semju um at broyta reglurnar um handil við kvotum av CO2 útláti í endaligu avtaluni á COP 25 veðurlagsráðstevnuni, sum endaði í Madrid í dag.
Ráðstevnan skuldi enda fríggjadagin, men dróg út, tí ósemjur vóru um keyp og sølu av kvotum av CO2 útláti. Sum nú er, kunnu fátæku londini selja sínar kvotur til ríku londini, sum harvið sleppa undan at tálma sítt CO2 útlát.
Eingin semja varð funnin, hóast fundurin bleiv tveir longri enn ætlað, og tí bleiv spurningurin útsettur til COP 26 verðurlagsráðstevnuna næsta ár.
Stóra Bretland verður vertur fyri altjóða verðurlagsráðstevnuni COP 26 næsta ár í samstarvi við Italia.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























