Hoyvíkssáttmálin í nevnd

Hoyvíkssáttmálin í nevnd
Uppskotið hjá Jenisi av Rana, landsstýrismanni í uttanríkismálum, um at ógilda uppsøgnina av Hoyvíkssáttmálanum er farið í Uttanlandsnevndina
 
20.12.2019 - 10:11

Løgtingið viðgjørdi Hoyvíkssáttmálan í gjárkvøldið, eftir at tað í nærum 12 tímar hevði havt aðru viðgerð av uppskotinum um sjófeingi.

Endamálið við uppskotinum hjá Jenisi av Rana er, at Hoyvíkssáttmálin kann halda fram, eisini eftir nýggjár.

Seinastu fýra árini hava Føroyar havt avlop bæði í vøru- og tænastuhandlinum við Ísland. Í fjør var avlopið 117 milliónir krónur í okkara peningi.

Verður hugt at vøruhandlinum fyri seg, hevði Ísland 228 milliónir krónur í avlopi, men Føroyar høvdu 345 milliónir krónur í avlopi í tænastuhandlinum við Ísland í fjør, verður upplýst í viðmerkingunum til uppskotið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207