Vilja lata geislavirki vatn út í havið

Vilja lata geislavirki vatn út í havið
Átta ár eftir flóðaldan rakti kjarnorkuverkið í Fukushima, eru tangarnir við geislavirknum vatni um at fyllast
MAXAR TECHNOLOGIES / REUTERS
 
24.12.2019 - 13:52

Átta ár eftir flóðaldan rakti kjarnorkuverkið í Fukushima, eru tangarnir við geislavirknum vatni um at fyllast

Teir tríggir reaktorarnir vóru niðurbræddir eftir at flóðalda, sum kom í kjalarvørrinum av eini jarðskjálvta í 2011.

Ein millión tons av geislavirknum kølivatni er síðani savnað í 1.000 stórar tangar, men hesir um nú næstan fullir.

Almenni myndugleikin fyri nátturtilfeingi og orku í Japan viðgjørdi á fundi í dag, hvat gerast skal við geislavirkna vatnið.

Og møguleikarnir eru annaðhvørt at tøma tangarnar við geislavirkna vatninum út í havið ella at lata tað dampa burtur út í luftina, - ella at samantvinning av báðum fyri at sleppa av við vatnið.

Eingin avgerð varð kortini tikin á fundinum í dag, men talsmaður fyri myndugleikan sigur, at tað ber ikki til at goyma vatnið leingi aftrat.

Í tonsatali av geislavirknum vatni verður hvønn dag reinsað og pumpað á orkuverkinum, men geislavirkna evnið Tritium ber ikki til at sálda frá.

Tritium er, sambært serfrøðingur, bara vandamikið fyri menniskju í stórum nøgdum.

Aljóða kjarnorkustovnurin, IAEA, heldur tí, at eingin vandi er við at koyra vatnið út í náttúruna.

Men kortini fer slík avgerð helst at elva til hørð mótmæli, - bæði frá umhvørvisverndarfeløgum, lokalum fiskimonnum og frá grannalondum hjá Japan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. apríl
Mono 150426 - 3. sending
207104
Mikudag 15. apríl
Skratsj 15 apríl 2026
207096
Mikudag 15. apríl
Soleiðis kemur tú úr tankameldri
207083
Mikudag 15. apríl
Morgunlestur mikudagur 15.apríl 2026
207022
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. apríl
Úr byggisøguni (1:3)
76206
Mikudag 15. apríl
Á brúnni í 38 ár - teknmálstulkað
207100
Mikudag 15. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207094
Týsdag 14. apríl
Veðrið
207060
Týsdag 14. apríl
Føroyar - Grikkaland, seinni dystur
207066