Varastjórin helst settur í næstu viku

Varastjórin helst settur í næstu viku
Nýggi varastjórin á Landssjúkrahúsinum við læknafakligari bakgrund verður settur ein av fyrstu døgunum
Bara tvey fólk hava søkt varastjórastarvið við læknafakligari bakgrund á Landssjúkrahúsinum
 
04.01.2020 - 14:22

Nýggi varastjórin á Landssjúkrahúsinum við læknafakligari bakgrund verður helst settur í næstu viku, ella í seinasta lagi aðru viku. Tað sigur Steinar Eirikstoft, stjóri á Landssjúkrahúsinum.

Fyrrverandi varastjórin, Thomas Schiøler, segði seg úr starvinum í september mánað, tí hann hevur fingið eitt "dreymastarv" í Danmark, sum hann málbar seg tá.

Ikki gravgangur eftir starvinum

Tað er ikki gravgangur eftir at verða varastjóri á Landssjúkrahúsinum við læknafakligari bakgrund. Bara tvey fólk hava søkt starvið í hesum umfarinum.

Tað var heldur ikki gravgangur eftir starvinum í 2018, tá undanfarni varastjórin varð settur. Tá søkti bara eitt fólk starvið, og tað mátti lýsast umaftur, og tá søktu fimm fólk starvið.

Tey bæði fólkini, sum nú hava søkt starvið sum varastjóri við læknafakligari bakgrund, eru bæði tvey føroyingar, sigur stjórin á Landssjúkrahúsinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026