Goymdi øll lýsingabløðini í 2019: So nógv fekk hon

Goymdi øll lýsingabløðini í 2019: So nógv fekk hon
Ein kvinna goymdi øll lýsingabløðini, hon fekk í postkassan í fjør. Vektin vísti 22 kilo, tá árið endaði
Hvørt húski fekk í 2019 tilsamans 22 kilo av handils- og lýsingabløðum, sambært einari kvinnu, sum goymdi sær øll bløðini í fjør
Mynd: Privatmynd: Ingun Vágsheyg Niclasen  
 
07.01.2020 - 10:16

Hevur tú eina kenslu av, at postkassin hjá tær javnt og samt er fullur við handils- og lýsingabløðum, so er tú kanska ikki heilt av leið.

Ingun Vágsheyg Niclasen goymdi í fjør øll lýsingabløðini, sum komu í postkassan. Tá 2019 var av, hevði hon ein hálvan metur av lýsingabløðum, sum vigaðu 22 kilo.

Tað eru, sambært Posta, 17.500 húski, sum fáa lýsingabløð í Føroyum. Sostatt fingu føroyingar tilsamans 8,75 kilometrar av lýsingabløðum, ið tilsamans vigaðu 385.000 kilo, í fjør.

Greinin heldur fram niðanfyri

Vórðu øll handils- og lýsingabløðini, sum føroysku húskini fingu í fjør, løgd saman í ein dunga, svarar hetta umleið til vegastrekkið, sum er úr Miðvági til Sørvágs.

FNU - Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag heldur, skipanin við lýsingabløðum skuldi verið broytt, so øll húski ikki fingu handils- og lýsingabløð í postkassan uttan at verða spurd.

Felagið vil hava eina øvuta skipan, har húski, sum hvørja viku vilja hava handils- og lýsingabløð í postkassan, sjálvi skulu siga frá, at tey vilja hava bløðini.

Hoyr eisini samrøðuna við Brand í Funningsstovu, frá FNU - Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag, sum var gestur hjá Góðan morgun Føroyum, niðan fyri her.

0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 9. juni
Morgunlestur mánadagur 9.juni 2025
192949
Sunnudag 8. juni
Kórstevnan 2025 - fyrra sending
192995
Sunnudag 8. juni
Guðstænasta í Havnar kirkju
192980
Sunnudag 8. juni
Musikkstevnan 2025 (3:3)
192716
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. juni
Andakt við Bergi Debes Joensen
192984
Sunnudag 8. juni
Guðstænasta úr Havnar kirkju
192979
Leygardag 7. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
192956