Lønirnar upp um 10 milliardir í 2019

Lønirnar upp um 10 milliardir í 2019
Vøksturin í lønum í Føroyum hevur verið støðugur síðani 2013
16,2 prosent av lønarútgjaldingunum í fjør vóru í byggivinnu og aðrari tilvirking
 
08.01.2020 - 08:31

Lønirnar í Føroyum eru nú farnar upp um tíggju milliardir. Fólk í Føroyum fingu nakað yvir tíggju milliardir krónur í løn í fjør.

Tað eru 6,8 prosent meira enn í 2018, upplýsir Hagstovan. Vøksturin í lønunum hevur verið støðugur síðani 2013, tá góðar sjey milliardir krónur vórðu goldnar í lønum.

Munurin millum menn og kvinnur var tann sami sum í 2018. Menn áttu sløk 63 prosent av lønunum og kvinnurnar 37 prosent.

63,7 prosent av lønargjaldingunum í fjør vóru í almennum og privatum tænastuvinnum, 20,1 prosent í fiskivinnu og aðrari tilfeingisvinnu og 16,2 prosent í byggivinnu og aðrari tilvirking.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065