- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tvey ferðafólk funnin deyð í Íslandi

Tvey lík vórðu funnin tætt við restirnar av einum flogfari, sum neyðlendi á strondini í Íslandi 1973. Tað skrivar BBC.
Politiið í Íslandi boðar frá, at talan er um tvey ferðafólk úr Kina, eina kvinnu og ein mann, sum eru fyrst í tjúgunum.
Líkini verða kannað fyri at finna deyðsorsøkina, men tað verður hildið, at líkini eru fryst í hel, tí tey vísa tekin um hypotermi, ella niðurkøling.
Flogfarið er eitt amerikanskt hernaðarflogfar, sum í 1973 neyðlendi á strondini í Íslandi, tí brennievnið bleiv uppi. Restir av flogfarinum eru framvegis á strondini, og tað er vorðið eitt ferðafólkamál í Íslandi.
Johannes Thor Skúlason, leiðari í ferðafólkaráðnum í Íslandi, sigur, at tey hava roynt at ávara ferðafólk móti keðiligum veðri.




























