Vandi fyri stjórnarkreppu í Noregi

Vandi fyri stjórnarkreppu í Noregi
Framburðsflokkurin umhugsar at taka seg úr stjórnini, í kjalarvørrinum av einum máli um eina kvinnu, sum hevur verið í Islamskum Stati
Erna Solberg er forsætisráðharri í Noregi - nú er vandi fyri stjórnarkreppu
 
20.01.2020 - 08:34

Vandi er fyri stjórnarkreppu í Noregi

Ein av stuðulsflokkunum í stjórnini hjá Ernu Solberg, forsætisráðharra, fer kanska at taka seg úr samgongustjórnini, skrivar norska kringvarpið, NRK.

Tað er Framburðsflokkurin hjá SIv Jensen, fíggjarmálaráðharra, sum hevur sitið á fundi í alla nátt og viðgjørt støðuna.

Orsøkin til misnøgdina í Framburðsflokkinum er, at Noreg avgjørdi at taka eitt sjúkt barn heim úr Sýria í fjør, men umframt hetta barnið varð eitt systkin hjá hesum barninum og mamman eisini tikin heim til Noregs.

Skuldsett fyri yvirgang

Mamman varð skuldsett fyri yvirgang og sat í stóra Al-Hol fongslinum í Sýria, har tíggjutúsundtals IS-hermenn og einkjur sita.

Mamman góðtók,  at barnið varð tikið heim til Noregs at fáa viðgerð, men bara um hon, mamman, eisini slapp við.

Heimtøkan varð duld, men síðani málið kom undan kavi, hevur politiskt rumbul verið, um mamman eisini skuldi verið sloppin við.

Norskir borgarar, sum hava tilknýti til Islamska Statin, verða rættarsóktir, tá teir koma aftur til Noregs. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
RagnarRokk 24.september 2026
213255
Hósdag 24. september
Nýtt ljóð
213747
Hósdag 24. september
Breddin: Grønland og verjuavtalan
213727
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585