Ársins fyrsti tingfundur í dag

Ársins fyrsti tingfundur í dag
Tingið fer m.a. at viðgera eitt uppskot um at stovna partafelag at gera undirsjóvartunnil til Suðuroyar
Tingfundir verða í dag og í morgin, og fleiri nevndarfundir eru eisini á skránni
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
22.01.2020 - 09:25

Ársins fyrsti tingfundur verður í dag.

Millum málini, sum tingið fer at viðgera í dag, eru uppskotið til samtyktar hjá Javnaðarflokkinum um at stovna partafelag at gera undirsjóvartunnil til Suðuroyar, og uppskotið hjá landsstýrinum um at broyta skattalógina til frama fyri heimavirki.

Tingfundur verður eisini í morgin.

Tá fer tingið at viðgera uppskotið um útbyggingina á Landssjúkrahúsinum og uppskotið um at verja persónsupplýsingar, tað er uppskotið um nýggja dátuverndarlóg. 

Tingfundirnir byrja klokkan 11.

Nevndarfundir

Nakrar tingnevndir hava eisini fundir í dag, í morgin og fríggjadagin.

Fíggjarnevndin fer í dag og í morgin at viðgera uppskotið hjá løgtingsgrannskoðarunum til samtyktar um at góðkenna landsroknskapin fyri 2018.

Løgtingsgrannskoðararnir hava nógvar viðmerkingar, átalur og áheitanir á landsstýrið um at fáa ymisk viðurskifti í rættlag.

Løgtingsgrannskoðararnir siga bart út, at landsroknskapurin er ikki fullfíggjaður.

Millum annað eru tølini í nógvum almennum roknskapum ikki í samsvari við landsroknskapin, siga løgtingsgrannskoðararnir. 

Formansskapurin hjá løgtinginum hevur fund í dag. Hann skal millum annað endurskoða reglugerðina um floksstuðulin.

Rættarnevndin hevur fund í morgin at viðgera uppskotið um náttúrumargfeldislóg.

Tá koma landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum, Búnaðarstovan og Umhvørvisstovan á nevndarfundin.

Freistin longd  

Rættarnevndin hevur biðið um - og fingið - freist til 1.februar at koma við áliti um uppskotið um náttúrumargfeldislógina.

Fyrsta viðgerð var í tinginum 11.november í fjør, og tí skuldi álitið verið komið fyri jól.

Men Rættarnevndin bað løgtingsformannin um betri stundir at viðgera málið, og tað fekk hon.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 20. mars
Vikuskiftið 20 mars 2026
205970
Fríggjadag 20. mars
LEITISSTEIN 20.03.2026
205964
Fríggjadag 20. mars
Fyrsta val 20. marts 2026
205948
Fríggjadag 20. mars
Andgletturin
205939
Fríggjadag 20. mars
Beinleiðis úr Studio 5 - Blues Perlan
205936
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. mars
KAKUMiKS 2 (1:7)
205963
Fríggjadag 20. mars
Javnaðarflokkurin í heita stólinum (7:7)
205949
Fríggjadag 20. mars
Andgletturin - Sjálvstýri
205951
Fríggjadag 20. mars
Dagur & vika - teknmálstulkað
205918