Beinta spyr løgmann um fullveldisskjøl

Beinta spyr løgmann um fullveldisskjøl
Hóast 20 ár eru liðin síðani fullveldissamráðingarnar, hevur eingin myndugleiki veitt innlit í skjølini
 
22.01.2020 - 08:58

Hevur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, nakrar ætlanir um at almannakunngera øll skjølini í sambandi við fullveldissamráðingarnar millum landsstýrið og donsku stjórnina í árinum 2000?

Tað vil Beinta Løwe Jacobsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi, hava at vita, og hon hevur tí sett løgmanni ein §52a fyrispurning um málið.

Beinta Løwe sigur, at 20 ár eru liðin síðani fullveldissamráðingarmar, men enn hevur eingin myndugleiki veitt innlit í skjølini frá samráðingunum millum føroysku og donsku stjórnirnar. 

Bárður hevur spurt fyrr

Fyri tveimum árum setti Sambandsflokkurin, teirra millum eisini Bárður á Steig Nielsen, táverandi løgmanni, Akseli V. Johannesen, ein líknandi spurning, har heitt var á hann um at almannakunngera skjølini. 

Tá svaraði Aksel V. Johannesen, at hann fór at viðgera spurningin, um meirinnlit skuldi latast í skjølini.

Tað var ikki gjørt, men tá núverandi løgmaður hevur spurt um hesi skjøl fyrr, skuldi borið til at fingið innlit í tey nú, sigur Beinta Løwe í viðmerkingunum til fyrispurningin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053