Hevur fund við Starvsmannafelagið í dag

Hevur fund við Starvsmannafelagið í dag
Semingsstovnurin hevur fingið tilfar frá Starvsmannafelagnum og Fíggjarmálaráðnum um sáttmálasamráðingarnar
Semingsstovnurin fer at hitta Súna Selfoss, formann í Starvsmannafelagnum, seinnapartin
 
22.01.2020 - 09:42

Semingsstovnurin hevur fund við Starvsmannafelagið klokkan eitt í dag um sáttmálasamráðingarnar.

Fundur er ikki avtalaður við Lønardeildina enn, sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður.

Semingsstovnurin hevur fingið tilfar frá Starvsmannafelagnum og Fíggjarmálaráðnum um sáttmálasamráðingarnar, sum slitnaðu fríggjadagin.

Tað verður brúkt til at fáa greiðu á, hvussu støðan er í samráðingunum.

Fíggjarmálaráðíð sendi boð eftir Semingsstovninum.

Fyrsti fundur 17. oktober

Starvsmannafelagið og Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum høvdu fyrsta samráðingarfundin 17.oktober í fjør.

Sáttmálin frá 2017 fór úr gildi 1.oktober í fjør.

Men langt er millum tað, sum Starvsmannafelagið krevur í lønarhækking, og tað, sum Fíggjarmálaráðið vil lata.

Fríggjadagin sendi Fíggjarmálaráðið so boð eftir Semingsstovninum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334