Einki semingsuppskot orðað enn

Einki semingsuppskot orðað enn
Semingsroyndin millum Starvsmannafelagið og Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum verður tikin uppaftur nú klokkan 10
Tað er enn ov tíðliga at siga, hvussu gongst við samráðingunum millum Starvsmannafelagið og Lønardeildina, sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður
Mynd: Savnsmynd/Bjarni Árting Rubeksen  
 
29.01.2020 - 09:23

Partarnir hittust á Hotel Hafnia klokkan eitt seinnapartin í gjár, og sótu saman til út ímóti midnátt í gjárkvøldi, tá semingsmenninir valdu at taka ein steðg.

Enn er ov tíðliga at siga nakað ítøkiligt um, hvussu gongst við samráðingunum, sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður, og leggur afturat, at enn er eingin kladda til semingsuppskot orðað.

Fyribils er allur dagurin í dag settur av til semingsroyndina á Hafnia. Semingsstovnurin hevur heimild at halda fram við semingsroyndini, so leingi útlit eru fyri at finna semju partanna millum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 3. september
Eitt korter við jazzi
212647
Mikudag 2. september
Skratsj 2. septembur 2026
212617
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Mikudag 2. september
Heilsuhornið
212604
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439