Fleiri ferðafólk á Kalsoyarleiðini

Fleiri ferðafólk á Kalsoyarleiðini
Fleiri ferðafólk og bilar vóru í fjør á leiðini enn tað vóru í 2018
 
29.01.2020 - 07:50

Í fjør vóru 20 prosent fleiri ferðafólk á Kalsoyarleiðini enn í 2018, 17 prosent fleiri bilar vóru. Og tey, sum koyrdu við bussi í Kalsoynni, vóru 60 prosent fleiri enn í 2018, sigur VisitKalsoy. 

1. mai í fjør fór bussur at koyra til og frá hvørjum vanligum túri hjá Sam. Nýggjur bussur kemur í Kalsoynna 1. mai í ár. Hann tekur 25 fólk. Tann, sum er nú, tekur 19 fólk.

2. apríl verður nýggi James Bond-filmurin frumsýndur í Havnar bio. Upptøkur eru gjørdar á Kallinum í Kalsoynni. Hetta fer ivaleyst at gera, at nógv fleiri ferðafólk koma í Kalsoynna, sigur VisitKalsoy.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083