Flogvallir og flogfeløg biðin um at hjálpa

bannari
Flogvallir og flogfeløg biðin um at hjálpa
Flogvallir og flogfeløg eru biðin um hjálpa til við at eyðmerkja ferðafólk, sum møguliga eru smittað við coronavirusinum
 
29.01.2020 - 08:10

Evropiski loftferðslutrygdarfelagsskapurin, EASA, vendi sær mánadagin til flogferðslumyndugleikar, flogfeløg og floghavnir og bað tey ansa eftir, at coronavirusið ikki breiðir seg uppaftur meira.

Heitt verður á flogfeløg um at kunna tey, sum arbeiða í flogførum, um, hvussu bráðar ígerðarsjúkur í andaleiðini skulu handfarast.

Flogfeløg biðin um at fáa sær útgerð

Heitt verður eisini á tey, sum arbeiða á flogvøllum, at lofta teimum, sum hava trupulleikar við andaleiðini. Serliga teimum, sum hava verið í Kina nýliga ella hava verið í samband við fólk úr Kina.

Flogfeløg, sum flúgva til lond, har sum coronavirus er staðfest, eru biðin um at fáa sær útgerð, Universal Protection Kits, eitur hon, sum kann verja starvsfólkini, um smittan møguliga er í flogfarinum.

EASA biður eisini floghavnir og flogfeløg um at arbeiða saman við heilsumyndugleikunum í royndunum at finna møguliga smittað fólk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 10.apríl 2026
206585
Hósdag 9. apríl
RagnarRokk 9.apríl 2026
206538
Hósdag 9. apríl
RagnarRokk: Fabienne Erni um Starveil
206535
Hósdag 9. apríl
Kvørnin: Trý føroysk stakløg
206824
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. apríl
Veðrið - teknmálstulkað
206843
Hósdag 9. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
206842
Hósdag 9. apríl
Veðrið
206826
Hósdag 9. apríl
Tíðinafundur
206805
Mikudag 8. apríl
Hondbóltur: Føroyar - Ísland
206763