- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ungdómsting byrjar í morgin

Í morgin skipar formansskapurin í Løgtinginum fyri ungdómstingi, har næmingarnir úr 8., 9. og 10. flokkunum kring landið, sleppa at seta dagsskránna í Løgtinginum.
Sambært Jógvani á Lakjuni, løgtingsformanni, er hetta ein møguleiki hjá næmingunum at skifta orð um evni, sum tey halda eru týdningarmikil og at geva næmingunum størri innlit í fólkaræði.
Ungdómstinglimirnir møta í Løgtinginum klokkan níggju í morgin. Klokkan tíggju setir Løgtingsformaðurin ungdómstingið, og síðani fáa næmingarnir møguleika at leggja fram uppskot fyri tingið.
Sjeynda ferðin, ungdómsting er
Ungdómstinglimirnir fáa høvi at seta spurningar og koma við viðmerkingum til uppskotssetararnar. Eftir døgurða fáa ungdómstinglimirnir kunnig um nevnararbeiði og fáa møguleika at orða fyrispurningar til landsstýrisfólkini.
Seinni fáa uppskotini frá ungdómstinginum nevndarviðgerð. Týsmorgunin skulu álit leggjast fyri tingið um tey ymisku málini frá ungdómstinginum, og síðani verður atkvøtt um tey.
Seinnapartin týsdagin fáa ungdómstinglimirnir møguleika at seta fram spurningar til landsstýrisfólkini í tingsalinum. Fyrstu ferð skipað varð fyri ungdómstingi var í 2005 og hetta er 7. ferð, at ungdómsting verður hildið.


























